Keypstreytir

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Stein gøta 9
FO-100 Tórshavn

 

Gjald

Tú kanst gjalda við vanligastu gjaldskortunum so sum Visa, JCB, MasterCard *. Tá ið tú bíleggur vøruna við gjaldskorti, skalt tú tasta inn kortnummar, kontrolltal og nær kortið fer úr gildi. Tað er ókeypis at nýta gjaldskortið, tí BFL rindar øll avgjøld. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send av goymsluni.

*) Gjaldast kann ikki við Maestro og trupulleikar kunnu vera við Visa Electron

 

Trygd

Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum fjalir upplýsingarnar millum internetbrowsara (kortánara) og internetservera (handilin). Hetta merkir, at tær upplýsingar, ið verða sendar, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardar millum tína teldu og okkum.

Hátturin at fjala upplýsingar í samband við elektroniskan handil er SSL-gjaldshátturin, ið er vanligasti og mest nýtti háttur. Hann verður mettur at vera ein ógvuliga tryggur háttur at flyta pening. Á heimasíðuni http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.

 

Trúnaður

Upplýsingarnar - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.

 

Sending

Bókin verður borin haldarunum í skúlum, forskúlum og dagstovnum.

Ynskist bókin send á heimabústaðin, verður hon send í Føroyum og til útheimin eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi, sum verður lagt afturat haldaragjaldinum.

Nærri avtala um hetta kann gerast við at seta teg í samband við kundatænastu okkara á bms@bms.fo.

 

Váttan fyri móttøku

Tá bílegging er gjørd, fært tú sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.

 

Endurgjald

Er vøran skadd, verður tú biðin um at seta teg í samband við kundatænastu okkara á bms@bms.fo.

Vit senda eitt nýtt eintak av vøruni uttan eyka kostnað.

 

Annað

Gjørt verður vart við, at tú mást vera fylt/ur 18 ár fyri at bíleggja vøru á e-handli okkara.

Eru aðrir spurningar, so kann teldupostur sendast til bfl@bfl.fo.